forsíða
Viðtøkur
Nevnd
Um Búmerkið
Limagjald
MC Túr-kalendari
Klubshop
Sølutorg
Video
                                        
 
 
Viðtøkur

Viðtøkur fyri
Harley-Davidson Club Faroe Islands
Harley-Davidson Club Føroyar

§1. Navn felagsins er Harley-Davidson Club Faroe Islands, stytt HDCFO.
Felagið varð stovnað tann 21.06.2007.

§2. HDCFO hevur til endamáls at savna Harley-Davidson eigarar í eitt felag, har dentur verður lagdur á at skipa fyri sosialum tiltøkum við felagskoyring, at arbeiða fyri útvegan av felagshølum, og at hava upplýsandi tiltøk um Harley-Davidson motorsúkklur.

Stk. 2. Felagið er púra uttanveltað í MC umhvørvinum og ópolitiskt.

§3. Fyri at gerast limur í HDCFO skal ein eiga eina Harley-Davidson motorsúkklu og vera fylt/ur 18 ár.

§4. Maki hjá limum í HDCFO hevur atgongd til øll tiltøk felagsins.

§5. Um limur ynskir at strika seg úr felagnum, má hetta gerast skrivliga pr. 31. desember.

§6. Felagið verður stýrt av eini 6-manna nevnd, ið verður mannað á aðalfundinum. Tríggir nevndarlimir standa fyri vali á hvørjum ári, hvør nevndarlimur verður valdur fyri tvey ár í senn. Nevndin skipar seg við formanni, næstformanni, kassameistara, skrivara, einum nevndarlimi við ábyrgd fyri heimasíðuni, myndatøku, limalistanum og SMS ketuni og einum nevndarlimi við ábyrgd fyri búmerkinum v.m.

Stk. 2. Ein grannskoðari verður valdur á aðalfundinum fyri tvey ár í senn.

Stk. 3. Nevndin er viðtøkufør, tá ið minst fýra nevndarlimir eru til staðar. Við atkvøðujavnleik er formansins atkvøða avgerandi, um hann er tilstaðar.

Stk. 4. Nevndin kann innstilla ein persón til at gerast heiðurslimur. Aðalfundurin kann gera hendan persón til heiðurslim við vanligum fleirtali. Heiðurslimir hava ikki valbæri, rinda ikki limagjald og hava ikki atkvøðurætt.

§7. Limagjaldið er at rokna frá 1. januar til 31. desember. Limagjaldið verður ásett á aðalfundunum og verður kravt inn einaferð árliga, vanliga 14 dagar eftir aðalfundin. Teknar ein seg sum lim 01.10. ella seinri er gjaldið eisini fyri næsta ár. Innlimingargjaldið er 200,-kr.

Stk. 2. Um limur ikki hevur goldið limagjaldið, tá ið freistin, ið er 2 mánaðir eftir aðalfundin er farin, kann nevndin taka avgerð um strikan av liminum.

Aðalfundurin

§8. Hægsti myndugleiki felagsins er aðalfundurin, sum verður hildin hvørt ár í februar mánað.

Stk. 2. Nevndin kallar inn til aðalfund við brævi, telduposti ella við lýsing í fjølmiðlunum seinast 14 dagar áðrenn fundin, og fundurin verður hildin við soljóðandi dagsskrá:

1.    Val av orðstýrara.

2.    Val av skrivara.

3.    Val av atkvøðuteljara.

4.    Frágreiðing formansins.

5.    Framløga av roknskapi til góðkenningar.

6.    Áseting av limagjaldi.

7.    Val av nevndarlimum.

8.    Val av grannskoðara.

9.    Innkomin mál.

10. Ymiskt

Stk. 3. Mál, ið ynskjast viðgjørd á aðalfundinum, mugu vera formanninum skriftliga í hendi seinast 8 dagar áðrenn aðalfundin.

Stk. 4. Atkvøðugreiðslur á aðalfundinum fara fram við at rætta hondina upp, uttan so at ein ella fleiri limir krevja skrivliga atkvøðu. Vanligt fleirtal er galdandi. Fullmakt kann latast øðrum limi at atkvøða um ein ikki sjálv/ur kann verða tilstaðar á aðalfundinum.

Stk. 5. Eykaaðalfundur kann haldast, um nevndin ella minst 20% av limunum skrivliga grundgeva fyri nevndini, at teir halda hetta vera neyðugt. Kallað verður inn sum til vanligar aðalfundir.

Búmerkið hjá felagnum.

§9. Samleikin hjá felagnum verður vístur við fylgjandi merking:

1.    Búmerkið

2.    Ryggmerkið

3.    Búmerkið framman

4.    Herðamerkið

5.    Klædnapløgg

Ad. 1. Búmerkið kann nýtast á heimasíðuni og á brævpappíri vm.

Ad. 2. Limirnir avgera sjálvir um teir bera ryggmerkið ella ikki.

Sniðið, hvussu ryggmerkið verður borið og nýtt, verður avgjørt av aðalfundinum.

Limir, ið ynskja at bera ryggmerkið, kunnu eftir styttri ella longri nøktandi aktivan limaskap søkja nevndina um hetta. Nevndin skal gera eina meting í hvørjum einstøkum førið. Fyri rættin at bera ryggmerkið verður goldið ein nýtslugjald upp á 700 kr. Tá ið ein limur verður strikaður úr felagnum missir viðkomandi rættin til at bera øll búmerkir hjá felagnum. Ryggmerkið skal latast aftur til nevndina hjá felagnum. Nýtslugjaldið fellir til felagið og verður ikki afturgoldið.

Ad. 3. Limirnir avgera sjálvir um teir bera búmerkið framman ella ikki.

Sniðið, hvussu búmerkið framman verður borið og nýtt, verður avgjørt av aðalfundinum.

Búmerkið framman verður altíð borið saman við ryggmerkinum á einum svørtum leðurvesti eftir teimum vegleiðingum, ið verða gjørdar av HDCFO. Fyri rættin at bera búmerkið framman verður goldið ein nýtslugjald upp á 100 kr. Búmerkið framman verður latin at bera eftir at limurin hevur víst veruligan áhuga fyri felagnum.

Ad. 4.  Limirnir avgera sjálvir um teir bera herðamerkið ella ikki.

Sniðið, hvussu herðamerkið verður borið og nýtt, verður avgjørt av aðalfundinum.

Herðamerkið kann seymast á klæðir taskur vm. eftir ynski. Fyri rættin at nýta herðamerkið verður goldið ein nýtslugjald upp á 100 kr. fyri hvørt merki.

Ad. 5. Klædnapløgg við búmerkinum hjá HDCFO kunnu berast av limunum, makum og børnum hjá limunum. Pløgg við búmerkið hjá HDCFO kunnu seljast øðrum, men hesi skulu líkjast frá soleiðis at eingin kann ivast í um viðkomandi er limur í HDCFO ella ei.

Búmerkið hjá HDCFO ella aðrir lutir, ið eru knýttir at, ella verða nýttir av limunum, kunnu ikki nýtast av øðrum enn limum, makum ella børnum hjá limum í HDCFO.

Serstakar ásetingar fyri tey, ið bera ryggmerkið.

§10. Tað skal vísast størsta varsemi í samband við at bera ryggmerkið, soleiðis at tann, ið ber ryggmerkið altíð livir upp til ta ábyrgd, ið víst er honum/henni.  Hesi mugu ongantíð á neiligan hátt blanda seg uppí viðurskiftini hjá øðrum MC-feløgum ella uppí politikk teirra. Hesi mugu av sær sjálvum verða so óheft sum gjørligt og góðtaka onnur feløg sum tey eru og tað ið tey standa fyri.

Stk. 2. Tá ið ryggmerkið verður borið, má vísast størsta varsemi serliga um drukkið verður í samband við veitslur, treff  v.m. Limurin skal uppføra seg sum ein væntar av honum tá ið hann/hon umboðar felagið. Tá ið tað altíð eru nógv, ið varnast ein lim, ið ber ryggmerkið, má hann/hon uttan fyrivarni liva upp til góða umdømið felagsins.

Stk. 3. Nýtsla at narkotika, bæði privat og umboðandi HDCFO, kann ikki góðtakast og vil føra við sær strikan beinanvegin. Við narkotika skal skiljast øll sløg av ólógligum rúsandi evnum.

Stk. 4. Nevndin og HDCFO kann sum heild ikki taka ábyrgd fyri hvønn einstakan lim, ið ber ryggmerkið. Tað at bera ryggmerkið er eitt persónligt val og ábyrgd. Tann, ið ikki livir upp til hesa ábyrgd, misprýðir ikki bert seg sjálvan, men eisini góða navn og umdømi felagsins og vil hetta uttan aðra ávaring føra til strikan úr HDCFO.

Stk. 5. Ein fortreyt fyri at ein limur kann fáa útflýggja ryggmerkið frá felagnum er, at viðkomandi hevur skrivað undir eina váttan har viðkomandi váttar at hann/hon hevur lisið, skilt og vil góðtekur tær reglur, ið eru galdandi fyri nýtslu av ryggmerkinum hjá felagnum.

Serstakar ásetingar fyri sniðið av vestinum, ið verður nýttur av HDCFO.

§11. Litur á vestinum er svartur, innan og uttan.

Stk. 2. Øll merkir verða seyma uppá við einum tjúkkum svørtum undirlagi úr leðri fyri at fáa eina 3D effekt.

Stk. 3. Øll búmerki skulu bíleggjast, gjaldast og útflýggjast av tí nevndarlimi, ið hevur ábyrgdina av búmerkinum v.m.

Stk. 4. Vestar skulu keypast, ið tann mun tað er gjørligt frá sama veitara.

Stk. 5. Vestarnir skulu verða úr ektaðum leðri – hvørki ruskinn, nappa, kunstleður ella líknandi verður góðtikið.

Stk. 6. Øll búmerki skulu seymast uppá av professionellum fólki.

Stk. 7. Persónligar broytingar og tillagingar av vestinum eru loyvdar, men skulu gerast av professionellum fólki.

Stk. 8. Búmerki og vestar skulu altíð verða rein og væl hildin. Slitin merki ella vestar skulu skiftast beinanvegin. Um hetta ikki verður gjørt, verður vestur inntikin av nevndini, til ábøturnar er gjørdar.

Stk. 9. Bert búmerkið framman og búmerkið hjá Harley-Davidson kann seymast uppá forsíðuna av vestinum. Á bakinum av vestinum er bert loyvt at bera ryggmerkið hjá HDCFO.

Seinast broytt á aðalfundi 14. februar 2009.



Heinta í pdf-format (61 kb)

 




[Aftur]
 
                                        
 
Heimasíðuloysnin er veitt av Formula